
Metakognitiv terapi
Gitte Klein, sálarfrøðingur
Eg havi útbúgving frá MCT Institute Manchester/Trondheim, har eg havi fingið undirvísing frá Adrian Wells, sum er uppruni til Metakognitiva viðgerð. Eg havi tikið level 1 og 2. Level 2 er hæsta útbúgvingarstøðið hjá stovninum.
Í metakognitivari viðgerð fært tú vitan og amboð, ið hjálpa móti fleiri ymiskum avbjóðingum m.a. ótta, sturan, grundan, tunglyndi, strongd, yvirhugsan, PTSD og OCD, sí eisini ovast í breddanum: Um metakogntiva viðgerð.
Ein metakognitiv viðgerðargongd fevnir vanliga um 8-12 ferðir. Ofta síggjast broytingar eftir heilt fáar ferðir.
​
Eg veiti viðgerð til vaksin, ung og børn.
​
Eg havi sáttmála við Heilsutrygd. Eg veiti eisini samrøður á netinum. Í løtuni ber ikki til at brúka ávísing frá Heilsutrygd til samrøður á netinum.
​
Arbeiðsøki
Eg arbeiði serliga við hesum økjum:
-
Ótta
-
Strongd
-
Yvirhugsan/tankameldur
-
Stúran
-
Grundan
-
Tunglyndi
-
Obsessive Compulsive Disorder (OCD)
-
Post Traumatisk Stress Disorder (PTSD)
-
Ringt sjálvsálit/sjálvsfatan
-
Øvund
​​​
Eisini ber til at bíleggja fyrilestrar og skeið, ið vit snikka til tykkara tørv
​
Umframt útbúgving í metakognitivari terapi havi eg tikið fylgjandi skeið:
​
-
Valg af interventionsformer - børn og unge (2021) við Else Brunvand
-
Kursus i Traumetest til børn (2023) við Anne Vagner Jakobsen
-
Prolonged Exposure Traumaviðgerð (2023) við Casper Aaen
-
Marshack Interaction Method við Saara Saalo
-
Theraplay við Marie Olsen- Kludt
-
Rorschach grundkursus børn (2023) Dansk Rorschach Selskab við Kim Gabriel Hansen
-
Parent Development Interview ved brug af refleksiv funktion (2024) Refleksivt Frum
​


Samband
Ring til mín á +298 730 730. Um eg ikki svari, ringi eg aftur, skjótast til ber.​ Tú kanst eisini senda mær ein teldupost á: gitteklein@protonmail.com
​
Eg haldi til í Sálarfrøðistovuni
Dr. Jakobsensgøta 19
100 Tórshavn
Tel: +298 730 730
e-mail: gitteklein@protonmail.com
​